Eg havi avgjørt at fáa skurðviðgerðina á privat hospitali í Norra.

Á heimasíðu teirra fært tú tær upplýsningar tær tørvar, um tú hugsar um at fáa Gastric Bypass skurðviðgerð.

Viðgerðin kostar 138.000 norskar krónur umframt ferð og uppihald. Við í kostnaðinum er forkanningar, uppfylging og kanningar restina av lívinum.

16.11.09

Nú, eftir at eg havi fingið viðgerðina á Aleris, kann eg geva Aleris mítt allar besta viðmæli. Alt fór fram á ein sera professionellan hátt. Starvsfólkini eru øll hvørt fittari og blíðari enn annað. Eg havi bara følt meg væl har, og tað er sera umráðandi, tá tú skalt undir skurð.

Niðanfyri er leinkja til heimasíðna hjá Aleris, har tú millum annað kanst rokna títt BMI út.

Aleris



 
Make a Free Website with Yola.