04.11.09


Eg havi í eina tíð hugsað yvir hvussu eg skal fortelja mínum elsta soni um mína komandi skurðviðgerð.

Hann er 8 ára gamal og skilur nógv men ikki alt. Hevði eg vitað at hann ongantíð fór at hoyra nakað um hetta so hevði eg nokk slett ikki fortalt honum nakað yvurhøvur. Men eg veit jú at hann saktans kann at hoyra okkurt um mína GB viðgerð uttanfyri heim okkara. Tí avgjørdi eg at siga honum tað í dag.

Eg royndi at vera so einkul og erlig sum gjørligt við mínari frágreiðing. Segði at eg fór til Norra har læknar kundu seyma magan hjá mær saman so at ikki so nógvur matur passaði í, og at eg síðani fór at gerast kløn. 

"KUL" var hansara aftursvar til mína frágreiðing, sum eg hevði hugsað so leingi um og stúrt eitt sindur fyri :o)

 
Make a Free Website with Yola.