Undan skurðvigerðini havi eg meir enn einaferð droymt ein undurfullan dreym, har eg var kløn og matur ikki var mín fíggindi. At vakna eftir hesar dreymarnar, síggja veruleikan í eyguni og noyðast at toga meg upp úr songini orsakað av allari ovurrvektini - tað er tungt !

Eg var í bilinum, tann dagin, tá eg á fyrsta sinni sá dreym og veruleika byrja at smelta saman. Hetta var, tá tey frá Aleris ringdu til mín fyrstu ferð. Longu tá lætnaði eg nógv sálarliga. Eg fekk illa koyrt heim fyri tárunum, sum fyltu eyguni.

Tann dreymurin er nú mín veruleiki. Eg gangi og smílist og kann inn í millum ikki lata vera við at hugsa : "Droymi ella vaki eg" ?