Tann størsti trupulleikin, eg havi rent meg í aftaná skurðviðgerðina er: "Hvat skal eg eta?"

Nú eri eg enn í fyrstu viku og kosturin skal vera flótandi, uttan sukur, feitt og koffein.

Matarlysturin er ikki tann allarbesti og tí er ikki so nemt at broyta kostvanar. Men eg má ansa eftir at fáa nóg mikið at vesku og nóg mikið av tí, sum korppurin annars hevur brúk fyri. Og tað er ein avbjóðing.

Hetta er tað, eg havi etið seinastu 3 dagarnar:

  • Suppa (ret i koppen) Uttan stórar molar.
  • Yogurt uttan sukur og feitt.
  • Koffeinfrítt the við mjólk.
  • Vatn



Í dag er mikudagur, fimti dagur eftir skurðviðgerðina og eg havi etið eitt sindur meir enn tað ið stendur omanfyri. Teir fyrstu dagarnir keypti eg yogurt sum var 0% feitt og onki sukur. Hetta yogurtið smakkar í mínum munni ikki sum matur. Og hyggur mann í vørulýsingina, so sær man at yogurtið er fylt við .
Eg vil helst eta ordiligan mat, sum gevur kroppi mínum nakað. Tí royndi eg at eta eitt vanligt yogurt í gjár við 3% feitt og nakað av sukuri í, sum hesi yogurtini jú oftast hava. Tað gekk gott at eta tað og eg fekk ongan trupulleika av tí.

Eg vil eisini heldur eta proteinríkan mat enn protein ískoyti. So eg royndi røregg og tað gekk eisini gott. Fekk tað niðurum sum svarar til eitt egg. Eg tugdi tað so leingi, at tað næsta hvarv í munninum. Eg nevndi hetta fyri læknanum og hann segði at tað er bara gott at eg toli "vanligan" mat. Eg skal jú hava so nógv føðsluvirði sum gjørligt og feitt hava øll brúk fyri, sjálvt tey ið viga alt ov nógv. Í gjárskvøldi royndi eg fyri fyrstu ferð sinni at blenda eitt sindur av rullupylsu í suppu. Tað smakkaði fínt og eg fekk tað væl niðurum.

Tað skal viðmerkjast at fyrstu vikuna eigur ein at halda seg til flótandi føði, so tað er kanska skeivt av mær at anbefalla røregg. Læknin segði eisini við meg, at eg nú má royna at halda meg til bara flótandi. Tó vil eg gjarna fortelja hvat riggar hjá mær. Eg vil bara leggja dent á, at tað er neyðugt at tyggja væl og virðiliga, so ensymini í spýttinum gera sítt, áðrenn maturin fer niður í magan.


Hetta er tað eg havi roynt at eta teir seinastu tveir dagarnar. Tað hevur gingið væl og eg havi onga pínu havt í maganum. Tað einasta, er merki, er eitt lítið sindur av "óbehag", sum tá eg havi etið heldur nógv. 

  • Røregg (tyggjast til tað er flótandi)
  • Vanligt yogurt 3%
  • Ret i Koppen við blendaðari rullupylsu í
  • Nýpressað appelsinjuice tynt við vatni

Proetin ískoyti er gott at hava eisini. Eg havi keypt proteinpulvur uttan smakk á Apotekinum á Aleris. Tað riggar fínt at blanda tað uppí suppir og smooties.  

 
Make a Free Website with Yola.