19.11.09. Nú eg eri heima aftur, verður avbjóðingin at gera mat, sum eg kann eta og børnin dáma. Eg stúrdi eitt sindur fyri, at eg kanska ikki fór at tíma at gera mat, tá eg næstan einki kann eta sjálv....

.... men tíbetur, so varð ikki. Eg gjørdi ein høsnarungarætt, sum børnini dámdi og eg kundi blenda mær súpan av.

 27.11.09. Í dag eru tvær vikur síðani eg varð skurðviðgjørd og fekk GB. Eg havi tað gott og føli meg virkuliga væl, men matarlysturin er ikki nakað serligur.  Hugurin til søtt er fultkomiliga burtur. Men enn kann eg bara eta flótandi, so tað er ikki so nemt at fáa nóg mikið av proteinum, tí eg havi fingið vaml fyri suppum og mungi eftir ordiligum mati. Í dag gjørdi mamma mær ein tunnan buding av eggum og mjólk, sum smakkaði heilt væl og eg át alt upp. Eg merkti eisini, at eg styrknaði. 

06.12.09.

Eg á mínum 32 ára føðingardegi. 3 vikur og 2 dagar eftir skurðviðgerðina. 12 kilo lætnað :o)

 12.12.09: í dag er ein mánaði síðani skurðviðgerðina og eg eri lætnað umleið 15 kilo. Í morgun vísti vektin 101,6 kilo. Eg og nakrar vinkonur fara jólatúr til Havnar í morgun, og tað var hugaligt at lata meg í nýggj klæði. Sjálvt um eg enn vigi nógv, so er tað ein ótrúligur lætti at vera sloppin av við hesi 15 kiloni. Eg satsi upp á at koma niður á eitt tveysiffrað tal innan jólaaftan.

21.12.09: Ja, so eri eg endiliga undir 100 :oD Ein sera góð kensla. Ikki tað, at eg ikki havi upplivað at krossa hesa greinsu fyrr. Men hesuferð er annarleiðis - nú veit eg, at hetta var mín seinasta ferð um hesa greinsu.

26.12.09. Hetta er mín elskaði Hardi. Hann var til skips, tá eg fekk GB. Hann kom aftur 20. desembur. 

 13.01.10 

2 mánaðar eftir skurðviðgerina :o)

25. 02.10: Í dag, 3 mánaðar og 12 dagar eftir GB, vigi eg 30 kilo minni, enn áðrenn skurðviðgerðina.

 25. 02.10

25.02.10

 22.03.10

Eg síggi ikki so glað út á hesi myndini, hahaha. Men misskil meg ikki eg eri glaðari enn eg nakrantíð havi verið fyrr.

Vigi 83 kilo á hesi myndini :o)

Her síggi eg kanska eitt sindur glaðari út :oD Ikki tann besta myndin, men man sær væl hvussu nógv eg eri broytt.

Í Suðuroy á páskum, apríl 2010. Nú eru 4 og ein hálvur mánaði gingnir og 35 kilo farin av.

18.05.2010: Og her eri eg aftur á veg í flogfarið; hesa ferð í feriu og 40 kilo lættari enn fyri einum hálvum ári síðani.  

 
Make a Free Website with Yola.