Fiti - ein álvarsligur heilsutrupulleiki


Fiti er ein skjótt vaksandi trupulleiki, sum kann hava við sær mistan førleika og styttri livitíð.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur ásett sjúkliga ovurvekt at vera

  • BMI >35 + fylgisjúkur
  • BMI > 40, sama um ein hevur fylgisjúkur ella ikki


BMI : Body Mass Index, er vekt/hædd í øðrum.

Dømi : 100 kg/(1,78) í øðrum = 32 kg/m, tvs BMI 32


BMI:

  • < 18,5           Undirvekt
  • 18,5 - 24,9    Normalvekt
  • 25,0 - 29,9    Yvirvekt
  • 30,0 - 34,9    Fiti 1. stig
  • 35,0 - 39,9    Fiti 2. stig
  • > 40               Fiti 3. stig



Eitt annað umráðandi mát er búk mátið. Tvs. sentimeturmátið runt búkin.
Tá fitin situr um búkin er størri vandi fyri at gerast sjúk.
Búkmát >94 cm fyri menn og >80 fyri kvinnir verður mett at økja um heilsuvandan.


Tá eg fekk skurðviðgerðina var mítt BMI 39 og búkmátið var 120 cm.


Fiti økir um vandan fyri hjarta- og karsjúkum, eitt nú hjartasteðgi, heilabløðing, sukursjúku, skaða í vøddar og beinagrind og svøvn trupulleikar.
Ymiskar krabbameinssjúkur vísa seg næstan dupult so ofta hjá teimum, ið eru ovurfeit.
Kanningar vísa, at tilburðir av sálarligum trupuleikum, so sum tunglyndi, angist og vánaligari sjálvsmynd, økjast við ovurvekt.

Tað er ikki óvanligt, at fólk, ið eru feit avbyrgja seg og luttøkan í sosialum tiltøkum minkar so hvørt sum vektin økist. Møguleikin hjá feitum fólkum at brúka sínar førleikar er minni enn hjá teimum, sum eru kløn.
Menniskju við álvarsligum fiti verða ofta møtt við fordómum.
Tað er staðfest, at fiti ikki er eitt tekin uppá dovinskap ella "vánaligan karakter" !

Fiti er ein sjúka, ið hevur sína orsøk í tí arvaliga, lívfrøðiliga og
sálarliga.

Kelda: aleris.no


 
Make a Free Website with Yola.