Eg hevði ikki kunnað gjørt tað, eg havi gjørt uttan hjálp frá teimum rundan um meg.

Nú varð tað so, at maðurin var burtur og ikki hevði møguleika at koma heim, tá eg fekk boðini um at eg var sloppin framat til Gastric Bypass skurðviðgerðina.

Fyrstu tøkkina fær mamma mín, sum beinanvegin legði alt sítt til síðis og kom við mær til Oslo. Túrurin gjørdist so góður av tí at mamma var við. Hon hevur tikið allar tær góðu myndirnar á hesi síðuni. Eisini hevur hon skrivað inn her tá eg ikki havi orkað sjálv. Eisini aftaná eg eri heimkomin hevur hon verið ein super stuðul.

So mamma, takk ! Eg hevði ikki kunnað gjørt hetta uttan teg.

Eg eigi eisini tvey fitt verforeldur, sum beinanvegin søgðu ja til at hava okkara tveir yngru dreingir og hugnaðu um teir báðar, meðan eg var burtur.

Og ikki at gloyma mínar tvær svigarinnur, Emma og Herborg, sum høvdu elsta drongin hjá mær. Eg eri so takksom fyri, at tit við einum smíli søgdu ja til at hjálpa mær.

Ein stór tøkk fer eisini til Heðin Jacobsen og Bent Johnny Nergård fyri at fáa meg at kenna meg so trygga tá eg var á Aleris. Eg haldi at tit eru alvorliga kul !

En stor tak til personalet på Aleris. I er søde og hjælpende engle på denne jord.

Til seinast, men ikki minst takk til tín Hardi, fyri at tú altíð skilir og stuðlar mær.

 
Make a Free Website with Yola.