"Er tað ikki at velja tann lætta útvegin ?"

Hendan spurningin fekk ein norsk kvinna, tá hon segði onkrum um avgerðina at fáa eina Gastric Bypass skurðviðgerð.

Ongin hevur sett mær handan spurningin, men minnist meg rætt, spurdi eg meg sjálva hetta, tá eg á fyrsta sinni umhugsaði GB.
 
Nú kann eg siga, at tá ein ung mamma at smáum børnum tekur ta avgerð at fáa narkosu og leggja seg undir skurð, er hetta alt annað enn tann lætti útvegurin fyri hana. Eg kann ímynda mær, at líkamikið aldur og umstøður er hetta ongantíð ein lættur útvegur.

Tá eg byrjaði at hugsa um GB føldi eg eisini, at hetta var at geva skarvin yvir - at geva upp. Eg hugsaði tá, at um eg fullførdi hetta so skuldi ongin vita tað uttan eg og maðurin. Øll onnur skuldu bara hugsa og halda, at eg kláraði tað sjálv - at eg ikki var so viljaveik, sum tey helst hildu meg vera.

Nú áleið eitt ár seinni, eftir nógvar tankar, umhugsanir, samrøður við læknar og onnur eri eg errin av at hava tikið ábyrgd fyri mínari heilsu og mínum lívi. Hetta vil eg eisini gjarna viðurkenna og ikki krógva burtur.

Tí ynski eg nú at vera so almenn sum gjørligt um mína avgerð og mínar royndir. Vónandi kann hetta hjálpa onkrum, ið er í somu støðu sum eg.
 


Ein lættur útvegur - Nei Als ikki !           Ein vegur til lætta - Heilt sikkurt !