Life is good... oh yeah !


Nú eru yvir 4 mánaðar síðan eg bleiv skurðviðgjørd. Eg skrivi ikki so ofta longur. Lívið hevur tikið yvir og eg havi nógv at gera :oD

Í morgum vigaði eg 82,6 Kg. Mítt BMI er 29. Eg havi tapt 33 kilo.

Tey fyrstu 30 kilo'ini fekk eg "gratis" Tey ruku av, um eg vildi tað ella ei. Men nú merki eg eina broyting.

Eg klári at eta meir, toli meir. Og nú má eg sjálv gera nakað fyri at tapa meg. Og tað geri eg :o)

Eg íðki nógv. Eg gangi til aerobic og pilates. Eri eisini byrjað at svimja. Eg gangi og renni eisini.

Kenslan av at kunna íðka hart uttan at blíva illa tilpassar ella at fáa øðiliga ilt er ein heilt fantastiska góð kensla. 

Eg skilji so væl tey, ið eru feit og ikki íðka nakað. Eg havi sjálv verið ein av teimum. Tá eg var feit, fekk eg ilt av at íðka, ilt inn fyri bringuna og í restina av kroppinum. Og eg bleiv sera illa tilpassar. Og tað ringasta er at tað í flestum førum slett ikki ger mun um man íðkar. Eg royndi at íðka fyrr.. og onkuntíð lætnaði eg, men eg tók tað altíð uppá aftur.

Nú ger tað mun at íðka og tað er faktist lekkurt at pøsa seg.


Matarlysturin er góður nú. Eg geri nógvan góðan, sunnan og lekkran mat. Eg finni góðar uppskriftir, sum eg síðani broyti so at tær passa til mín. Hetta riggar sera gott. Eg skal fara at leggja onkrar uppskriftir út skjótt.


Eg føli sum so onki til, at eg havi fingið GB. Tann einasta avleiðingin er, at eg lætni :oD

Jú, eg havi arr á búkinum, men hesi fara við tíðini at blíva hvít og nógv minni sjónlig.

Enn hongur húðin ikki nakað serligt. Men eg veit ikki heilt hvat eg skal vænta hasum viðv.

Humørið er enn í top, so sum tað hevur verið síðan GB. Eg havi ongantíð í mínum lívi verið so glað, sum eg eri nú. 

Eg havi klipt mær hárið stutt. Eg hevði brúk fyri eini broyting. Tað kann vera, at eg lati tað vaksa langt aftur. Men beint nú hevði eg brúk fyri at klippa tað. Tað følist øðiliga gott at hárið er vekk.

Áðrenn brúkti eg hárið til at føla meg kvinnuliga, og eg brúkti tað eisini til at krógva mín ikki eksisterandi háls og mína undirhøku o.s.fr. Nú havi eg ikki brúk fyri hárinum til hasi tingini :o)))))))

 
Make a Free Website with Yola.