Mær hevur altíð dámt at gera góðan mat. Og tað geri eg eisini nú aftná GB. Ein hevur kanska hug at hugsa, at aftaná eina slíka skurðviðgerð er lítið at finna uppá at gera av góðum mati, men so er als ikki. Uppskriftirnar sum eg komi at leggja inn her, eru uppskriftir, ið eg sjálv finni uppá. Ofta eru uppskriftirnar stórar tí eg geri mat til eina stóra familju uppá 5 og onkuntíð meir.

 

Høsnarungi í tomat/svampa sós


  • 500 høsnarunga filét el. ein hósnarunga
  • 8 - 10 tomatir
  • 1 bakka av svampum
  • 2 hósnarunga bótarmolar
  • 1 fed hakkaðan hvíttleyk
  • Karry
  • Groft salt
  • Basmati rís
  • Brokkoli

Koyr høsnarungan í grýtu við vatnið, einum bótarmola og eitt sindur av karry. Lat kóka í minst ein tíma til hósnarungin er heilt moyrur.

Blenda tomatirnar saman við hvíttleyki. Koyr hetta í eina aðra grýtu og fá uppá kók. Sker svamparnir í fýra og koyr teir í tomatsósina. Smakka til við eitt sindur av grovum salti. Lat hetta kóka fyri seg, til høsnarungin er liðugt kókaður. 

Tak nú høsnarungakjøtið og sker í passaligar bitar. Legg bitarnar í tomatsósina og koyr eitt sindur av soðnum við eisini. Sósin skal nú kóka víðari, meðan rísini kóka.

Sósin er tunn, men hon er so mikið aromatisk, at tað riggar bara gott.

Hav væl kókað brokkoli aftur við.


Tak eitt sindur av til tín

Hesin rætturin er perfektur til at blenda til flótandi kost, um tú ert í fyrstu trimum vikunum eftir GB.

Rætturin er sunnur og gevur nógva føðslu. 

Mínum børnum dámdu hann væl.

Eg át hendan rættin 6. dagin eftir GB og hann gagnaðist mær væl. Eg blendaði ca. 70 gr. høsnarunga saman við tveimum brokkoli bukettum, 2 spsk rísi, sós og mjólk.

Protein mongdin pr. 110 gr høsnarunga er 26,5

 
Make a Free Website with Yola.