Dagbók

 

Okt. 2009. Tíðliga í 2009 fór eg til kommunulæknan, sum ávísti mær til Landssjúkrahúsið, har eg fekk tíð tann 9. septembur. Yvirlæknin á LS gav mær ávísing til Gastric Bypass skurðviðgerð, men eg fekk at vita, at eg slapp ikki framat fyrrenn seint í 2010 ella fyrst í 2011. Eftir nakað av umhugsan gjørdi eg av at biðja mær tíð sjálv, so eg kundi blíva skurðviðgjørd beinanvegin.

Avgerðin um at biðja tíð sjálv merkir, at eg eisini sjálv má gjalda fyri skurðviðgerðina. Viðgerðin kostar 138.000 norskar krónur umframt ferð og uppihald. Við í kostnaðinum er uppfylging og kanningar restina av lívinum. Peningin síggi eg sum eina íløgu í mína heilsu og rokni eg heilt sikkurt við, at henda íløga kemur at kasta av sær bæði til mín persónliga og til mína familju.

02.11.09

Í dag hevði eg eina telefon samrøðu við eina skrivstovukvinnu á Aleris. Hon spurdi meg fleiri spurningar - um vekt, møguligar likamligar- og sálarligar trupuleikar, matvanar o.s.fr. Samrøðan tók einar 10 minuttir og hon var sera fitt at tosa við.

Eg og skrivstovukvinnan avtalaðu, at skurðlæknin ringir til mín í morgin. Hann er føroyingur og eitur Heðin. Tað, at hann er føroyingur ger meg  tryggan... kanska haldi eg at hann fer at ansa eyka væl eftir mær, tí eg eisini  eri føroyingur. Men nú er tað ikki sikkurt, at tað verður hann, sum kemur at operera meg, tað eru tveir skurðlæknar á deildini :o)

Sum eg skilti á lagnum, fer læknin í morgin at gera av, um skurviðgerðin verður ein verðuleiki, og síðani fái eg eina tíð á hospitalinum Aleris í Norra til Gastric Bypass.

Eg kann ikki forklára við orðum hvussu spent eg eri at tosa við læknan í morgin, hann ringir kl 09.30.

03.11.09

Ja, í dag havi eg tosað við læknan. Eg havi fingið at vita at eg absolut eri ein kandidatur til hesa skurðviðgerð. Tað var ein stórur lætti at hoyra hann siga hetta, eg haldi eg hevði svímað um hann segði, at eg ikki var.

Hann spurdi meg teir somu spurningarnir sum skrivstovukvinnan spurdi meg í gjár. Og so greiddi hann mær frá viðgerðini, stig fyri stig. Har var ikki so nógv nýtt at hoyra, tí eg havi sjálvandi lisið alt sum uppdrívast kann á alnótini :o)

Fann í dag út av, at tað ikki er læknin, sum gevur tíð til viðgerð. Alt tað praktiska tekur ein kvinna sær av, sum fer at ringja til mín, vónandi í morgin.

Status er tíðskil ,at eg enn ikki havi fingið tíð til skurðviðgerðina, meg eg havi gott mót og royni mítt besta at vera tolin :o)

06.11.09

Í dag ringdi ein kona, ið eitur Ann, frá Aleris og bjóðaði mær eina tíð til skurðviðgerð tann 13 novembur. Tvs um eina viku. Eg havi takkað ja til hesa tíðina og siti nú her og veit ikki um eg skal flenna ella gráta :o)

Nú gleði eg meg bara at fáa hetta yvirstaðið og til at byrja mítt nýggja lív.

 

11.11.09

Ja, nú eri eg komin allan vegin fram til Oslo. Í morgin skal eg møta fastandi á Aleris til blóðprøvar, og eg gleði meg faktist. Tað verður gott at sleppa at síggja hospitalið og at tosa við læknar osv. Vænti, at eg fari at føla meg tryggari, tá eg havi sæð staðið osv.

 

12.11.09

Dagurin í dag var langur. Eg møtti á Aleris kl 11 í morgum. Eg møtti fastandi, tí eg skuldi taka blóðroyndir. Fyrst fekk eg ein rundtúr á seingjardeildini.

Síðani vórðu blóðroyndirnar tiknar. Aftaná hetta hevði eg ein lítlan fund við Ann, sum er skrivari hjá Heðin. Hon var sera fitt at tosa við og hevur sjálv fingið GB viðgerð.

So var tíð at tosa við narkosu læknan, hann var eisini fittur og beróligandi at tosa við.

Aftaná hetta tosaði eg við Heðin Jacobsen, sum er skurðlæknin hjá mær. Hann segði frá um viðgerðina og kannaði vekt, hædd, mál, blóðtrýst osv.

Síðani fyngu vit trý, sum skulu hava GB, ein upplýsandi fund við ernæringsfysiologin og so eisini Heðin skurðlæknan.

Alt í alt hevur dagurin verið góður. Tað var gott at koma á hospitalið, har var ein so hugnaligur stemningur, at nervarnir hvurvu heilt... næstan :o)

Eg skal undir skurð kl 08.00 í morgin og eg gleði meg.

´

13.11.09

Hetta er mamma Hansu, sum skrivar. Hansa skuldi møta á sjúkrahúsinum kl. 07.00 i morgun, og stundisliga kl. 08.00 fór hon inn á skurðstovuna. Skurðvidgerðin gekk væl og tók bara 45 minuttir. Hansa hevur tað gott. Fleiri myndir verða væntandi lagdar út seinni i kvøld, tá Hansa er komin fyri seg. Meðan eg sat í uppihaldsrúminum og bíðaði, tosaði eg við fleiri aðrar, sum høvdu fingið skurð í gjár. Tær høvdu tað sum fyrsta dagin, bundu og prátaðu upp á lívið. So í morgin vænti eg, at Hansa verður online aftur :)

 

14.11.09

Hetta er aftur Rúna, sum skrivar. Hansa hevur tað gott í dag, men blóðroyndin vísir, at hon hevur alt ov lágt blóðprosent, so nú fær hon jarn innanæðra. Tað forklárar so eisini, hví hon ofta hevur verið svimbul. Hon hevði eitt sindur av pínu allan gjár. Pínan kemst av, at teir blása luft ella okkurt gass inn í búkin undan skurðviðgerðini, so teir fáa arbeitt. Hon kláraði heldur ikki at drekka nóg nógv í dag, so hon fekk vætu innanæðra í kvøld.


15.11.09

Eg vaknaði klokkan 8 í morgun. Eg svav væl í nátt og føldi einki í búkinum, tá eg vaknaði. Heðin Jacobsen, skurðlækni, kom inn at práta við meg og síðani varð eg útskrivað. Tá sjúkrasystirin hevði tikið nálinar til innanæðra úr handabakinum, var lekkurt at sleppa undir brúsuna. Síðani tók sjúkrasystirin plástrini av og legði nýggj á, og tá sá eg sárin fyri fyrstu ferð. Tað eru fimm lítil sár, har teir eru farnir inn. Tað er ringt at  ímynda sær, at tað skal bera til at gera eina so stóra skurðviðgerð gjøgnum so smá hol. So var bara eftir at pakka kuffertið og siga farvæl við starvsfólk og sjúklingar. Nú eri eg aftur á hotellið og fari at skriva meira seinni.

Triði dagurin við GB og útskrivað av sjúkrahúsinum hevur gingið væl. Pínan er burtur og eg havi fingið væl av vatni, suppu og te niðurum. Mamma og eg hava verið ein lítlan túr fyrr í kvøld.  Mamma keypti sær okkurt at eta, men eg kundi slett ikki hugsað mær nakað sum helst.  Tað føldist eitt sindur undarligt og tómt, at vit ikki sótu og ótu saman, men eg hevði ongan hug at eta. Tað var ein løgin kensla.

 

16.11.09

Í dag havi eg bara verið inni og slappað av, men í kvøld fóru vit ein lítlan túr. Mamma var svong og vit fóru inn á eina indiska matstovu. Eg keypti mær suppu, men tordi ikki at eta hana, tí hon var ov sterk. Vit fingu at vita frá kostráðgevanum, at vit helst ikki skuldu eta mat, sum er kryddaður við chili. Eg haldi, at chili var í suppuni. Í tríggjar vikur skal eg bara eta flótandi mat og síðani blendaðan mat í tvær vikur. Eftir tað kann eg so smátt byrja at eta vanligan mat, so kanska eg kann eta eitt lítið stykki av dunnu jólaaftan. Sambært lýsingarheftinum hjá Aleris, fer tað at taka um hálvtannað til tvey ár, til eg kann eta vanligan kost.

Í dag havi drukkið te, vatn og suppu og eti tvey yougurt. Eg føli meg væl, havi onga pínu og alt virkar sum tað skal.

 

17.11.09

Í morgun skuldi eg á sjúkrahúsið at fáa meira jarn. Eg var eitt sindur slakk, tá eg vaknaði í morgun, so eg orkaði illa avstað. Tað komst helst av, at eg so at siga einki havi etið síðan hósdagin. Men tá eg hevði etið ernaðist eg.

Alt hevur gingið væl, so eg spurdi, um eg kundi fara heim til Føroyar. Tað heldur læknin, at eg kann, so eg havi bílagt mær ferðaseðil til Kbh í kvøld og til Føroyar í annaðkvøld.

18.11.09

Í dag eri eg hjá Randi systir í Keypmannahavn. Havi fyri tað mesta ligið "upp á lengs". Kreftirnar eru ikki tær stóru, so eg royni at ansa eftir ikki at gera ov nógv av. Um 17 tíðina fara vit út Í Kastrup og skulu flúgva heim kl. 19.00.

Og um 23 tíðina í kvøld var eg heima aftur. Tað er minni enn ein vika síðani eg fór frá húsum. Tað er gott at vera heima aftur hjá børnunum. Maður mín siglir við Finni Fríða og er tíverri ikki heima.

19.11.09

Fyrsti dagurin heima hevur gingið væl. Eg havi roynt at drukkið nóg nógva vætu við nóg nógvum proteinum. Men í fyrstuni má eg koyra proteinpulvur í onkra máltíð, tí tað er so ringt at náa upp til ásettu mongdina, tá so lítið passar magan, sum tað ger hjá mær nú. Annars havi eg syrgt fyri at fingið nóg nógva hvíld, so eg kann styrkna aftur. Eg vigaði meg eisini í dag og havi longu mist í minsta lagi 5 kg. Tá eg næstseinasta hósdag fekk at vita, at eg slapp framat til GB longu um eina viku, tá minkaði matarlysturin sum vera mann, tí eg var nokk so nervøs fyri skurðviðgerini. So longu tá misti eg nøkur kilo. Rokni eg tey kiloini við, so havi eg mist eini 7 - 8 kilo.

20.11.09

So er fyrsta vikan við Gastric Bypass farin aftur um bak. Eg eri so glað, takksom og errin av síðstu viku, at eg gangi og smílist :o)

Dagurin í dag hevur verið sera góður. Eg byrji at kenna meg ordiliga væl til passar aftur. Havi ikki havt nakrar trupuleikar við at eta og drekka. Eg havi gingið ein lítlan túr hvønn dag, síðani eg kom heim. Í dag gekk eg so eitt sindur longri og eitt sindur skjótari. Mátti leggja meg í sofuna, tá eg kom innaftur. Men tað gekk bara ein lítil løta, so var eg fyr og flamme aftur.

Vónandi verður onnur vikan líka góð, sum tann fyrsta ! 

27.11.09

Nú eru tvær vikur farnar síðan GB. Eg havi tað sera gott og vektin sigur 105 kg.

Eg eti ikki tað stóra, tí eg havi fingið vaml av suppum. Men um nakrar fáar dagar sleppi eg at eta mosaðan mat og eg veit, at tá verður betur.

Eg vigi nú 10 kg minni enn tá vektin var hægst. Og hetta merki eg uppá nógvar mátar. Tað besta er, at eg sovi betur. 

29.11.09

Eg hevði stórar planir upp at brúka so nógvar kaloriur. sum gjørligt hesa tíðina, tá eg upptaki so lítið av tí, sum eg eti. Eg ætlaði ordiliga at útnytta hesa tíðina, tí tað er so lætt at lætna nú.

Men veðrið er altso ikki tað besta til at at motionera í. Tí hava eg og ein vinkona avgjørt, at vit í morgin byrja í fitness. Eg havi keypt mær skógvar og eri púra klár. Eitt sindur nervøs eri eg tó :o)

30.11.09

Í dag ringdi kostráðgevan á Aleris til mín. Vit tosaðu um hvussu tað hevur gingist síðan eg kom heim. Tosaðu eitt sindur um kostin, sum eg nú komandi dagarnar skal byrja at venja meg við.

Hon bað meg eisini taka 3 tbl. av D-vitamin hvønn dag í staðin fyri eina, sum eg havi gjørt. Hon segði, at hon nú sá í pappírunum hjá mær, at eg mangli D-vitamin. Tað er gott at vita, at tað blívur ansað eftir einum.

Tað kostískoyti, sum eg taki nú er : 2 multivitamin, 2 omega 3, tvær kálk og 3 D-vitamin. Eg taki helvtina um morgunin og restina seinri á degnum.

Eg kann sjálv velja hvørjar vitaminir eg taki. Men kálkið sleppi eg ikki at velja sjálv. Eg skal taka eitt amerikanskt merki, har ið ein upptekur nógv meira av kálki enn úr øðrum tablettum.

01.12.09

Endiliga sleppi eg at eta mosaðan mat. Í dag havi eg etið eina omelett við tomatum og champingnon. Og so havi eg eisini etið kókaðan hósnarunga við eplum og soltnarði soðsós afturvið. Hetta var sjálvandi mosað. Fyri meg er tað herligt at eta "vanligan" mat aftur. Og hetta ger eisini. at eg eti eitt sindur meira. Tað er gott, tí teir seinastu dagarnar havi eg fingið alt ov lítið av mati niðurum.

02.12.09

Eg nevndi, at eg skuldi byrja at trena 30.11.09. Men mongum brestur ætlan. Tann dagin hevði eg ein sjúkan drong heima.

Tí byrjaði eg í dag í staðin. Eg hevði ein "personal trainer" til at seta meg í gongd. Hann visti um skurðviðgerðina o.s.fr., og eg fekk tí eitt program útfrá tí. Tað kendist øðiliga gott at  koma í gongd við at trena aftur. Eg hevði meir orku enn eg væntaði. 

Programmið er soleiðis, at eg fyrst gangi í 15 min við einum pulsi á 140. Tá forbrenni eg feitt. Eg blívi ikki nakað serliga móð av at ganga, so eg fái t.d væl tosað í meðan. Síðani geri eg nakrar venjingar við vektum, sum eru góð fyri "damu musklarnar" Eg siti eisini við nakrar maskinur, har eg treni búk og rygg. Eg endi so við at standa á krossara í 15 min, aftur puls 140.

Hetta programmið skal eg so fylgja eina tíð, til eg komi í betur form.

Eg vil royna alt tað eg kann at fáa húð og musklar at fylgja so væl við sum gjørligt, tí eg vil helst sleppa undan eini eyka skurðviðger har húðin skal strammast upp. Áleið 50% av teimum ið hava fingið GB hava tørv á at fáa húð tikna vekk og strammaða upp eftir at tey eru sloppin av við ovurvektina.

Annars át eg mína fyrstu breyðflís í dag. Hon var ristað væl, uttan skorpur og við Buko Light smyrjiosti uppiá. Smakkaði himmalskt, og eg fekk hana niður um uttan trupulleikar.

 04.12.09

Nú eru tríggjar vikur farnar aftur um bak, síðani mítt nýggja lív byrjaði. Higartil hevur alt verið betur, enn eg frammaundan kundi ímynda mær.

Nú byrjar alt at blíva meira normalt aftur. Eg eti nógv minni, men eg eti almindiligan mat. Og hugsi slett ikki um, at eg ikki eti so nógv. Tá ein er mettur, er ein mettur og líka glað um hvussu nógv ein nú kláraði at eta.

Í dag havi eg etið tvær tunnar ristaðar breyðflísar uttan skorpur. Eg hevði omelet gjørda av einum eggi á aðrari og á hinari hevði eg livradeiggj. Síðani havi eg etið tveir fiskabollar og eitt lítið epli við soltnari mjólkasós omaná. Hetta er slett ikki so lítið, haldi eg. Eg hevði væntað, at tað rúmtist minni í magan.

Eg var og trenaði aftur í morgum. Eg fekk ikki fullført vekt treningina, tí eg eri so ring av andsperru í lørunum. Men konditións treningina, rygg og búk øvilsini fekk eg gjørt.

06.12.77

Í dag fylli eg 32 ár. Eg helt ongan føðingardag í dag. Mamma og babba bjóðaðu mær tí til Klaksvíkar at eta døgurða. Babba hevði gjørt oksasteik við bakaðum eplum og soðsós. Eg vil helst ikki eta ov nógv av oksakjøti, tí hetta er tað allar ringasta hjá maganum at sodna. Fekk mær tí eitt lítið petti á stødd við eina 5 kr ella eitt vet størri. 

Men eg át eitt heilt bakað epli, ið var miðal til støddar. Hevði enntá eitt sindur av soðsós aftur við og eitt evarska lítið petti av hvíttleyks smøri í eplinum. Eg hevði ongan trupuleika av at eta hetta. Eri enn einaferð yvirraskað yvir hvat eg kann fáa niður í meg. Men tað er nokk tað, at tað mesta gongur ann, tá tað er í sera smáum mongdum.

Aftaná døgurða fóru eg og ein vinkona úr Klaksvík ein langan gongutúr. Vit gingu í áleið ein tíma. So fekk eg dagsins motión :o)

Tá eg kom heim aftur hevði babba koyrt sukurfrían ís í eina skál og eina berjablanding oman á. Smakkaði væl, men eg át nokk ikki meir enn tað, ið passar í eina stóra súpuskeið :oP

Alt í alt, ein deiligur føðingardagur við góðum vónum um framtíðina !

13.12.09

Nú eru 4 vikir og og 2 dagar síðani GB. Eg skrivi ikki longur í dagbókina hvønn dag, tí nú er meir stabilt og tað hendur ikki nakað nýtt hvønn dag.

Men eg havi í seinastuni upplivað tvey ting, sum eg gjarna vil fortelja um.

Ein morgunin herfyri var eg sein á veg og royndi at skunda mær at eta eina breyðflís. Tá eg tugdi fjórða bitan, mátti eg gevast og ásanna at man kann ikki skunda sær at eta aftaná eina Gastric Bypass skurðviðgerð. Eg var mett leingi aftaná og tað kendist sum ein proppur hevði sett seg í magan. Tað kann sjálvandi vera, at hetta broytist sum tíðin gongur. Men sum nú er má eg planleggja tað soleiðis, at eg altíð havi tíð at eta.

Í dag er sunnudagur og mín sera fitta grannakona bjóðaði mær yvir til døgurða. Hon hevði gjørt lambakjøt við eplum og soðsós. Eg hevði hoyrt, at lambakjøt ikki altíð gagnast so væl hjá teimum við GB, tí at tað simpulten er ov feitt. Hóast hetta fekk eg mær eitt sindur av kjøti, eitt epli og eitt sindur av sós. Eg vil helst gera mær mínar egnu erfaringar við øllum mati.

Eg visti um, at hetta var nokk var á grensuni, men tað smakkaði fantastist (sum tað altíð ger hjá grannakonuni) Og eg føldi ikki nakað óbehag. Men áleið ein hálvan tíma aftaná, at eg hevði etið byrjaði eg at fáa ilt í búkin. Tað endaði við at eg hevði øgiliga ilt. Eg vildi eisini spýggja eina løtu. Eg bleiv so illa fyri, at eg mátti fara heim og leggja meg. 

Nú eri eg væl fyri aftur og pínan vardi ikki so leingi. Men stuttligt var tað ikki, og eg vil helst ikki útseta meg sjálva fyri hatta aftur. Lambakjøt er tí, í minsta lagi fyribils, tikið av menu'ini :o)

Eg havi ikki fyrr uppliva ikki at tola mat. Eg var ikki nóg varin í dag, og tað kemst kanska av tí sama. Men hetta er jú ein av erfaringunum eg skal gera. Tað tekur tíð og onkuntíð pínu at koma at kenna sín maga aftur aftaná eina slíka skurðviðgerð. 

Men hetta er sanniliga tað vert. Tí tað góða eg upplivi nú, kann ikki samanmetast við tey lítlu "bumpini" á vegnum :o) Í dag vigi eg 101 kilo !

13.01.10

Nú er tíð uppá, at eg skrivi okkurt aftur her :o)

Tað er í dag akkurát ein mánaði síðan eg skrivaði seinast, og hendan mánaðan havi eg mist 8 kilo !

Í dag er tað akkurát 2 mánaðir síðani skurðviðgerðina. Eg kann ikki við orðum greiða frá hvussu nógvar fantastiskar lívsbroytingar Gastric Bypass viðgerðin hevur havt við sær fyri meg.

Eg havi nú mist 22 kilo, t.v.s., at eg longu eri komin í helvt. Tað gongur rættiliga skjótt.

Sjálvt um ein faktist vigar nógv, tá vektin vísir 93 kilo, so kenni eg meg so slanka og lætta. Eg hoppi upp úr songini hvønn morgum, spent uppá dagin. Lívskvaliteturin er so heilt ræðiliga nógv betur nú. Sum sagt, so er ringt at forklára hetta. Hetta er nakað, ið ein má uppliva fyri at skilja tað rættiliga.

Eg eti rættiliga vanligan mat nú. Men enn kann eg ikki eta breyð/bollar o.s.fr. Tað kann eg byrja uppá um ein mánaða. Eg havi ikki upplivað at blíva illa fyri av mati síðan eg skrivaði um tað seinast. Eg ansi eisini betur eftir nú. 

Eg havi tosað nógv um, at trongdin eftir mati forsvann. Eg hevði fyrstu sjey vikurnar so at siga ongan matarlyst. Nú er hugurin til mat komin aftur. Eg kenni svongd inní millum, og eg mungi eisini eftir mati og gleði meg til at sleppa at eta. Men misskil meg ikki, hugurin er ikki tann sami, sum áðrenn GB. Tá var tað nakað sjúgligt og ónormalt. Sjálvt um eg nú aftur tími at eta, so er trongdin ikki soleiðis, at eg ikki sjálv fái stýrt tí.

Eg eri ógvuliga glað fyri at hugurin til mat er afturkomin, tí tað skal hann helst. Lívið skal jú vera so normalt sum gjørligt. Enn betur er kenslan av sjálv at stýra hvat fer inn í munnin og ikki. Tað kláraði eg ikki áðrenn skurðviðgerðina.

Nøgdin av mati er ikki so stór enn, men tað fer nokk at koma. Eg eti bara sunnan kost, havi ikki hug at eta tað, sum ikki er gott fyri meg.

So alt í alt kann eg siga, at status eftir tveir mánaðar er : FANTASTISKT FANTASTISKT.. eg má enn klípa meg sjálva innímillum, tí hetta er sum ein vakur dreymur :o)

 
Make a Free Website with Yola.