Meir enn eina ferð havi eg sæð fólk, ið endiliga hava klænkað seg, tikið alt uppá aftur við rúkandi ferð. 
Síðani legði eg oyra til, tá onnur søgdu : "Hvussu kann hon gera hatta í móti sær sjálvari", ella "Hvussu kundi hann lata tað henda einaferð afturat"

Tá eg fyrr hoyrdi hetta, stóð eg sjálv sum kánus. Eg havi nevniliga sjálv ofta bart meg niður eftir vektskálanum. Fyrstu ferð var eg 16 ára gomul og lætnaði 36 kilo. Aðru ferð var eg 19 ár og lætnaði næstan líka nógv. Fyri trimum árum síðan kláraði eg so aftur at lætna 18 kilo. Og óteljandi ferðir eri eg lætnað 5 - 10 kilo.
 
Tað løgna er, at hóast øll hesi kilo, var støðan hjá mær  - fyri trimum vikum síðan, 31 ára gomul - at eg vigaði 113 kilo.
 
Hvussu kanst tú gera hetta í móti tær sjálvari, Hansa? 
Ja, eg havi ofta spurt meg sjálva hetta. Eg visti jú sjálv, hvar leiðin gekk um eg alsamt gjørdist tyngri. Hesir tankar eru ikki tespiligir hjá eini ungari mammu at ganga við.

Og hóast hetta kláraði eg ikki at gera tað, sum eg visti skuldi til fyri at fáa eina góða heilsu.

Nei, hetta er ikki til at skilja. Men um tit lesa innleggið hjá mær um hví tað er so ringt at klænka og at halda vektina, so fara tit helst at skilja meg og hini tungu fólkini betur :o)