Gastric Bypass, saman við lívstíls broyting, vísir seg í longdini  at vera besta loysn hjá teimum, ið hava BMI yvir 40.


Við laparoskopi (sokallað kikaraskurðviðgerð ) verður stórsti parturin av magasekkinum og ein partur av tunntarminum koblað burtur frá sodningar- og føðsluupptøku prosessni.

Við hjálp av hesum inntrivi lætnar ein munandi uttan at langtíðar fylgisjúkur verða ov stórar. Meira enn 90% av teimum skurðviðgjørdu missa eftir 1-2 ár minst 80% av ovurvektini (ovurvekt er vektin, sum gevur eitt BMI omanfyri 25) Eisini er tað væl dokumenterað, at lætnanin í nógv flestum førum er varandi.

Aftaná skuðrviðgerðina er magasekkurin rættuliga lítil og ein má eta smáar máltíðir fleiri ferðir um dagin. Tarmurin upptekur nú minni føðslu frá matinum og ein tolir ikki sukur og feitt líka væl sum áðrenn. 
Viðgerðin førir eisini við sær eina broyting í nerva og hormonskipanini, ið ger, at svongd og hugurin til at eta ov nógv minkar. 
80% av sjúklingunum verða frískir av sukursjúku og fleiri nýtast ikki at taka heilivág fyri blóðtrýstið, tá vektin minkar.

Hendan skuðrviðgerðin egnar seg til fólk við BMI yvir 40 og til teirra, ið hava BMI 35-40 og eisini hava aðrar fylgisjúkur, ið komnar eru av fiti.

 
Gongur alt, sum tað skal, er ein innlagdur á hospitali í tvey til trý døgn eftir viðgerðina. Vanligt er, at ein kann fara til arbeiðis aftur 3 til 4 vikur aftaná skurðviðgerðina. 
Tað er neyðugt javnan at ganga til lækna at taka blóðroyndir. Minst 2 ferðir árliga tey fyrstu 3 árini aftaná skurðviðgerðina. Eftir hetta er ein kanning um árið nokk. 
Eyka tilskot av vitaminum er neyðugt.
 
Kelda: aleris.no
 
Make a Free Website with Yola.