11..11.09. So byrjar ferðin :o)

Komin til Oslo - Heimasíðan uppdaterast :o) 

12.11.09. Á veg til Aleris. 

Við høvuðsdyrnar hjá Aleris. 

Her heilsi eg uppá Gunni, sum arbeiðir á seingjardeildini. 

Vitamin ískoytini, sum eg skal taka, verða tilpassaði útfrá hesari blóðroyndini. 

Paperwork.. 

Hetta er Ann Vikebø. Hon er skrivari hjá Heðin. Ein sera hugnalig kvinna, hon hevur eisini fingið GB. Hon vigaði 120 kilo fyri tveimum árum síðan.

Beint uttanfyri sat Steinung og bíðaði. Hann fekk Gastric Bypass fyrr í vikuni og var nú aftur til onkra samrøðu. Hann fittur og fyrikomandi og byrjaði beinanvegin at práta við meg.....

 ..... og vísti mær plástrini, ið sita á smáu kikaraskurðirnar. Tað var deiligt at tosa við hann, og prátið gjørdi meg róliga, at tað er eingin orsøk at stúra fyri skurðviðgerðini. Hann hevur einki ímóti, at eg leggi mynd av honum á heimasíðuna. Øll, sum eru á myndum á hesi heimasíðuni, hava sagt ja til at mynd av teimum kann vísast alment her.

So skal vigast.. 

Og mátast :o) 

Her erú vit hjá ernærings fyisologinum, hon er ordiliga fitt og festlig. Eg minnist ikki hvussu hon eitur. Hin á myndini er ein, ið skal undir skurð mikudagin. 

Vit vóru eisini til eina framløgu um Gastric Bypass hjá føroyska skurðlæknanum, Heðin Jacobsen. Hann og ein annar lækni skulu operera meg í morgin :o) 

Eftir vitjanina á sjúkrahúsinum fóru mamma og eg at fáa okkum ein bita. Ovurfiti hevur ótrúliga nógvar irriterandi trupulleikar við sær. Ein av mínum er, at eg sletti so illa niður á meg, tí eg sleppi snøgt sagt ikki nóg nær borðinum. Eg gleði meg ógvuliga nógv at sleppa av við polstringina, sum forðar mær í at liva eitt normalt lív, og vónandi verða minnini um tíðina við ovurfiti skjótt líka óklár, sum myndin.

Klár at fara til songar seinasta dagin í mínum gamla lívi. Men áðrenn eg leggi meg, má eg sproyta meg við blóðtynnandi - og tað er ikki bara sum at siga tað, tí eg ræðist sproytur. Men tað gekk væl og eg fekk einki ilt :)

13.11.09. So upprann dagur 0 í mínum nýggja lívi. Eg skuldi møta kl. 07.00, so tað var myrkt, tá vit komu.  

Úthurðin var læst ....  

Men vit sluppu inn og ein sjúkrasystir tók ímóti mær og vísti mær inn stovuna, har eg skal liggja.  

 Sjúkrasystirin ger meg klára til skurðviðgerðina.

Klár til start og merkt, sum ein nýføðingur. 

Áðrenn skurðviðgerðina kom narkosulæknin inn at tosa við meg. 

Skurðlæknarnir, Heðin Jacobsen og Bent Johnny Nergård, komu inn at tosa við meg, beint áðrenn eg skuldi inn á skurðstovuna. 

Seinast kom ein sera fitt sjúkrasystir og segði, at hon skuldi vera mín sjúkrasystir í dag. Hon segði, at hon skuldi ansa ógvuliga væl eftir mær.

 Og so er bara at bíða, til klokkan er 08.00... 

og krossa fingrar fyri, at alt skal gangast væl.

Og so komu tey eftir mær og vit gingu yvir á skurðstovuna. Á vegnum møtti eg Grete Bø, sum bleiv skurðviðgjørd í gjár.  

Tey bíða eftir mær - skal eg umbestemma meg, so má tað verða nú.  

Gastric Bypass verður gjørt við kikaraskurðviðgerð. Myndin er av heimasíðuni hjá Aleris og ikki av mær, tí so langt slapp mín privati journalistur ikki :) 

Mamma fekk ikki tíð at blíva bangin, tí á uppihaldsstovuni hitti hon Grete Mørk og Grete Bø, sum báðar blivu skurðviðgjørdar í gjár, so har var nokk at práta um.  

Skurðviðgerðin tók bara 45 minuttir og skjótt var eg inni á viðrakingarstovuni. Bæði áðrenn eg fór úr Føroyum og síðani eg kom til Norra, eri eg blivin sera væl upplýst um alt, sum fór at henda, men eingin hevði fyrireikað meg upp á pínuna eftir skurðviðgerðina. 

Eg fekk eina skrivliga frágreiðing um skurðviðgerðina, har millum annað stendur: "Patienten var stabil under operationen." 

Pínustillandi heilivágurin hjálpti skjótt, men ikki heilt. 

Yes!

Seingin hjá mær stendur beint við vindeygað. Tað er sera vakurt í Oslo og kavaflikrurnar fingu tað at síggja so romatiskt út. 

Soleiðis síggi eg út nú, fyrsta dagin við Gastric Bypass. Myndin er tikin 13. novembur 2009. 

13. novembur 2009 

13. novembur 2009 

Og so var hesin heilt serligi dagurin í mínum lívi at enda komin. Alt hevur gingið væl - eg eri á lívi :) Her sita vit og práta í hugnaliga sofakrókinum, beint uttan fyri mína stovu.  Grete er lærari, 43 ára gomul og eigur tvey børn.

14.11.09. Eg skal drekka 1,5 litur fyrstu dagarnar, men tað knípur at fáa niðurum, tí nú er magin á mær bara sum eitt eggjabikar til støddar. 

Fyrstu tríggjar vikurnar skal eg bara eta flótandi kost. Tað er umráðandi, at kroppurin fær tað, hann hevur brúk fyri. Her royni eg at drekka eitt sindur av eggjahvítadrekka. Í køliskápinum stendur eisini yougurt, so vit kunnu altíð fáa okkum. Men svongdin er burtur og magin sum eitt eggjabikar, so tað gongur seint undan :)

Og so skal eg eisini royna at ganga nógv. Eg havi tað eisini nógv best, tá eg gangi. 

Eg eri glað, at eg fekk hendan møguleikan. Aleris er eitt sera gott og hugnaligt sjúkrahús, sum eg kann geva mítt besta viðmæli. 

So er annar dagur við GB komin at enda. Gott at koma aftur í songina, tí kreftirnar eru ikki nakað at reypa av. Tað følist nakað upp á sama máta, sum tá tú hevur átt. Eg kláraði heldur ikki at drekka nóg mikið í dag, so nú fekk eg vætu innanæðra. Men eg havi tað gott og ynski øllum eina góða nátt :) 

15.11.09. Nú eri eg útskrivað, havi verið undir brúsu og bíði nú eftir mammu. Hetta er mín fyrsti temuður. Eg skal vera so hjartans takksom, um eg ikki blívi ovurviðkvom ímóti laktosu, sum er í mjólk. Eg elski temunnar við mjólk. Tað hevði verið tað ringasta fyri meg at verða uttan. Annars mungi eg ikki eftir sjokulátu nú, sum eg annars havi mungað mest eftir, áðrenn eg fekk Gastric Bypass.

Og so eri eg klár at fara av sjúkrahúsinum...

... og sjúkrasystrarnar komu at siga mær farvæl. Øll starvsfólkini á sjúkrahúsinum eru so fitt og fyrikomandi. Tað kendist sum vóru tey góð við meg. Tey hava eisini øll so gott forstáilsi fyri ovurfiti og tað virkaði sum tey untu okkum so væl at hava fingið hendan nýggja møguleikan fyri einum lættari lívi.

Helene og Grethe vórðu eisini útskrivaðar í dag. Tær eru báðar norskar.  

Og uttan fyri sjúkrahúsið stóðu børnini hjá Grethe, Torstein og Ingunn, og maður hennara, Oyvind, og bíðaðu eftir henni. Tey búgva í Gran í Oppland. Tey vóru so glað at síggja mammu sína - og eg gleði meg soooo nógv at koma heimaftur til mínar elskaðu fýra(r) :)

Á veg úr taxabilinum inn á hotellið. Gott at hava kuffert á fýra hjólum, tí eg skal einki lyfta í nakrar vikur. 

 Tað gingu 54 tímar frá tí eg fór frá hotellinum fríggjamorgunin, til eg eri aftur her í dag, sunnudag. Er tað ikki fantastiskt :)

Triði dagurin við GB er at enda komin. Alt er væl og eg havi onga pínu. Eg havi eisini fingið meira vesku og suppu niður um í dag enn í gjár. Og eg merki longu, at viðgerðin ger mun. Onkrar plágur, sum eg havi havt, eru longu minkaðar. Tað er ótrúligt, at tað kann hjálpa so skjótt. Tað er stuttligt at lesa tað, sum tit hava skrivað í mína gestabók. Túsund takk fyri og góða nátt.

16.11.09. Í dag hevur bara verið avslapping á skránni og í kvøld fóru vit á eina sera hugnaliga indiska matstovu at eta. Eg keypti mær suppu, men hon var nokk so sterk, so eg tordi ikki at súpa hana, men fekk mær bara líka á tunguna, so eg føldi smakkin. Eg haldi, at tað var chili í suppuni og tað má eg ikki eta enn.

Fyrstu tíðina má eg ikki drekka te ella kaffi við koffeini, so í dag mátti eg út at finna  mær te, sum kann brúkast. 

Í nakrar vikur skal eg bara eta flótandi og heilt mjúkan mat. Her leiti eg eftir yougurt uttan feitt og sukur. Eftir Gastric Bypass tolir tú hvørki sukur ella feitt.  

17.11.09. Í morgun skuldi eg á sjúkrahúsið at fáa meira jarn. Eg var eitt sindur slakk, tá eg vaknaði í morgun, so eg orkaði illa avstað. Tað komst helst av, at eg so at siga einki havi etið síðan hósdagin. Men eftir at hava etið eitt sindur av røreggi - sum eg tugdi til tað var næstandi flótandi - og eitt sindur at yougurt og drukkið djús, ernaðist eg. Her er tað ein av narkosulæknunum, sum setur eina venflong í handabakið, tí eg skal hava jarntilskot innanæðra.   

Starvsfólkini eru øll so fitt og fyrikomandi og tað følist slett ikki sum mann er á sjúkrahúsi.  

Hetta var aðru ferð, eg fekk jarntilskot, so nú skuldi blóðprosentið verið í lagi. Tað má eg tó hereftir kekka við jøvnum millumbilum. 

Aftaná komu Bent Jonnhy og ein annar lækni at tosa við meg. Alt hevur gingið so væl, so eg spurdi, um eg kundi fara heim til Føroyar. Det kan du godt, var svarið.  

Glað var eg og skundaði mær upp til Ann Vikebø at siga farvæl.  

Jubiiiiiii .........

........ eg sleppi heim og vit hava broytt ferðaseðilin og fara til Keypmannahavnar í kvøld. Men fyrst fara vit til handils.

Gastric Bypass hjálpir ikki móti shopping-mani... 

Komin á flogvøllin. Eg havi gjørt ov nógv av í dag og má leggja meg, meðan við bíða eftir at sleppa í flogfarið.

Men vit komu í flúgvarin í øllum góðum og eg føli meg væl. 

Nú eri eg í Keypmannahavn hjá Randi systir. Eg gleði meg, til eg verið líka kløn sum hon. Í morgin fari eg heimaftur til mítt nýggja og "lættari matlív".

18.11.09. Klokkan 23.00 í kvøld kom eg innaftur til mín sjálvs. Tað eru umleið 161 tímar, síðani eg fór frá húsum. Tað er ein lætti og eg eri takksom fyri at vera aftur hjá mínum børnum í øllum góðum. Tíverri er Hardi ikki heima, men soleiðis er sjómanskonulívið :)

 
Make a Free Website with Yola.