Sjúkligur matarlystur

 

Nógv ovurfeit fólk kenna seg miseydnað, tí tey hava ein vekt trupulleika. Tað er ringt at royna at sleppa niður í vekt, men tað er enn verri at halda vektina niðri aftaná ein slankikur. Kanningar vísa, at bara trý út av hundrað klára at lætnað og halda vektina.

Tá eitt mennsikja við sjúkligari ovurvekt lætnar nógv, upplivir kroppurin hetta sum nakað negativt. Likamið fer tá í holt við at gera hormonir, sum økja um matarlystin og fáa kroppin at goyma meira feitt. Hesi hormonini eru í kroppinum og gevast ikki við at virka, fyrrenn tann hægsta vektin er nádd, sum kroppurin áður hevur vigað. 

Hetta var neyðugt fyrr í tíðini, tá fólk manglaðu mat. Hesar regulerings skipaninar gera tað tí ógvuliga trupult at halda lætnanini. 

Vit, sum eru ovurfeit, kenna øll til hetta. Við einum kolosalum vilja, klára vit at lætna, men við tíðini gerst tað verri og verri at halda vektini niðri. Til endan orka vit ikki meira og gevast á hendur, og so koma øll kiloini uppá aftur við fullari ferð.

Tað góða við einari Gastric Bypass skurðviðgerð er, at tá broytist regulerings skipanin, soleiðis at tarmarnir ikki longur framleiða hesi sovngdar fremjandi hormonini. Svongdar kenslan minkar tí nógv. 

Tá eg nevni Gastric Bypass, vita helst tey flestu, at við skurðviðgerðini minkar magasekkurin, og at tað tí ikki ber til at eta so nógv. 

Men tað eru kanska ikki nógv, ið vita, at tað sum ger, at vektin í longdini kann haldast er broytingin í hormon framleiðsluni. Tað er nevniliga soleiðis, at sjúkliga trongdin eftir mati hvørvur, tá tú hevur fingið Gastric Bypass.

Nú góðar tvær vikur eftir skurðviðgerðina, kann eg glað staðfesta, at eg ongantíð síðan skurðviðgerðina havi følt slíka svongd, sum eg upplivdi áðrenn GB. Sjálvandi síggi eg lekkran mat og kundi kanska hugsað mær eitt sindur, men tað er slett ikki á sama máta sum áðrenn. Nú kann eg brúka mítt vit og skil, tá eg skal gera av, hvat eg skal eta. Hetta var ógjørligt hjá mær áðrenn skurðviðgerðina.

Eg havi fingið frið og sjúkliga trongdin eftir mati, sum hevur plágað meg síðani eg var smágenta er horvin.

 

 
Make a Free Website with Yola.